Nýggjur fíggjarleiðari á Landsverki

Nýggjur fíggjarleiðari á Landsverki
Róaldur Jákupsson tekur við starvinum sum fíggjarleiðari á Landsverki 2. mars
Róaldur Jákupsson er nýggjur fíggjarleiðari á Landsverki
 
03.02.2020 - 13:53

Róaldur Jákupsson er 45 ára gamal, útbúgvin HD í uttanríkishandli frá CBS, og hevur tikið MBA á Århus Universiteti. Harumframt hevur hann lokið ymisk leiðslufak á akademistigi.

Nýggi fíggjarleiðarin á Landsverki hevur fyrr starvast sum fíggjarfrøðingur á Landsverki í seks ár, áðrenn hann fór í starv sum fíggjarleiðari, kt-leiðari og varastjóri á Strandfaraskipum Landsins, har hann hevur starvast seinastu umleið fýra árini.

Róaldur Jákupsson tekur við starvinum sum fíggjarleiðari á Landsverki 2. mars. Landsverk hevur gjørt broytingar í bygnaðinum, og í næstum verða eisini sett ein starvsfólkaleiðari og leiðari fyri Virkisdeildina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542