Tvey skip fiska enn

Tvey skip fiska enn
Eivind, Jógvan I, Stapin og Kambur eru farin at sigla heim av Flemish Cap
Jákup B og Klakkur kunnu fiska til klokkan 10 í kvøld
 
05.02.2020 - 11:14

Tvey føroysk frystilínuskip fiska enn á Flemish Cap, tí fiskiskapurin, sum skuldi halda uppat klokkan tíggju í gjárkvøldið, kann halda fram til klokkan tíggju í kvøld.

Orsøkin er, at í gjár var ringt veður á Flemish Cap.

Í morgun vóru 54 tons eftir av kvotuni, og Klakkur og Jákup B royna enn.

Hini skipini eru farin at sigla heim. Tey eru Eivind, Jógvan I, Stapin og Kambur.

Skipini býttu kvotuna, 1907 tons, millum sín, so hvørt skipið fekk góð 272 tons.

Klakkur fiskar kvotuna hjá Ågot. Hann hevði 441 tons í morgun.

Ågot ger royndir á Føroyabanka.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096