Nógv regn tók gamalt met

Nógv regn tók gamalt met
SEV setti met í grønari orku í januar. Framleiðslan var 23 gigawatttímar, sum eru 63 prosent av streyminum í januar
 
06.02.2020 - 08:19

Gamla metið var frá januar 2014, tá 17,5 gigawatttímar komu frá vatni og vindi. Nógva avfallið í januar í ár gjørdi, at 18 gigawatttímar fingust úr vatninum.

Í januar komu 49 prosent frá vatni og 14 prosent frá vindi, ella 63 prosent frá varandi orkukeldum. Eiðisverkið setti eisini met í januar. Tað gjørdi 10,3 gigawatttímar.

Sól kann eisini brúkast til at gera streym, sjálvt í januar. SEV sigur, at sólorkulundin í Sumba gjørdi 672 kilowatttímar í januar. Teir svara til gott og væl tað, sum eitt húski brúkti.

Mesta vindferðin í Húsahaga, har sum SEV hevur vindmyllur, var 57,4 m/s í januar. Tá vindferðin fer upp um 34 m/s, steðga myllurnar. Nógvur vindur var í januar, so tí var vindorkan minni enn í januar í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391