Serlækni í neurologi givin

Serlækni í neurologi givin
Støðan hjá parkinsonsjúklingum er versnað, nú einasti føroyski serlæknin í neurologi er givin er ósemju við Heilsutrygd
 
09.02.2020 - 18:01

Einasti serlækni í Føroyum í neurologi, Poul Joensen, er givin at virka sum privatpraktiserandi lækni. Orsøkin er millum annað ein kunngerð frá 2018, sum hann einki kendi til, og sum hevur við sær, at bert privatpraktiserandi læknar í plastikkirurgi kunnu fáa endurgjald úr Heilsutrygd.

Fleiri rokningar, sum Poul Joensen hevur sent Heilutrygd, hevur hann fingið aftur í høvdið. Hann visti ikki av kunngerðini, sum Sirið Stenberg, táverandi landsstýriskvinna, lýsti at fáa gildi í august mánaði 2018.

Eftir øllum at døma er henda kunngerðin heldur ikki kend millum allar kommunulæknar í Føroyum, sum tískil framvegis vísa til Poul Joensen, ið annars er givin at virka.

Stytti um bíðitíðina

Áðrenn kunngerðin fekk gildi, kundu til dømis parkinsonsjúklingar koma í viðtalu hjá Poul Joensen, og partur av rokningini varð send til Heilsutrygd, sum rindaði sín part.

Hetta hjálpti munandi um hjá sjúklingunum, sum sluppu undan tí ofta longu bíðitíðini til serlæknar, sum bert eru her nakrar fáar ferðir um árið. 

Poul Joensen kundi kanna sjúklingarnar, viðgera og vísa til nærri kanningar og skanningar á Landssjúkrahúsinum. Tað ber ikki til longur.

Givni læknin rópar varskó

Poul Joensen hevur sent Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, eitt skriv, har hann vísir á støðuna. Men svarið frá Heilsuverkinum er bara, at tey harmast um støðuna, og annars so takka tey fyri árini, sum Poul Joensen hevur virkað sum lækni.

Víst verður til kunngerðina, har tað millum annað stendur, at Heilsutrygd bert kann veita endurgjald til serlæknar innan plastikkkirurgi, tí hetta ikki er ein serlæknagrein í sjúkrahúsverkinum.

Heilsumálaráðið vísir í svarinum á, at ætlanin er at økja um starvsfólkatalið á neurologiska ambulatoriinum, sum væntandi fer ar hava við sær, at bíðitíðin til neurologiskar kanningar verður stytt.

Bíðitíðin seks til tíggju mánaðir

Fríggjadagin vísti forkvinnan í Parkinsonfelagnum annars á, at bíðitíðin at koma til kanningar hjá neurologi kann vera millum seks til tíggju mánaðir.

Í løtuni eru tað tveir serlæknar vit servitan í parkinsonsjúkuni, sum koma til landið seks ferðir um árið, ella átjan dagar um árið. Og nú tann einasti virkandi serlæknin í neurologi við adressu í Føroyum er givin, er støðan ikki júst batnað.

Poul Joensen sigur, at hann ikki skrivar til landsstýrismannin fyri egnan vinning. Tí hann er givin, og hevur ongar ætlanir at taka virksemið uppaftur. Poul Joensen hevur arbeitt partvíst sum privatpraktiserandi lækni í neurologi síðan 1986.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815