Laksaútflutningurin vaks 700 mió. kr. í fjør

Laksaútflutningurin vaks 700 mió. kr. í fjør
Útflutningurin í fjør var tilsamans 9,5 milliardir kr., hálva aðru milliard størri enn í 2018
Laksútflutningurin í fjør var fýra milliardir kr.
 
17.02.2020 - 11:45

Í fjør vaks útflutningurin av laksi 700 milliónir kr., og útflutt varð fyri meir enn fýra milliardir kr.  Tað er tað mesta nakrantíð, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Útflutningurin í fjør var tilsamans 9,5 milliardir kr., og tað vóru 1,5 milliardir kr. meir enn í 2018, vísir uppgerðin.

Útflutningurin av toski vaks nærum 300 milliónir kr., og var oman fyri eina milliard kr. Tað er tað mesta síðani í 2002.

Útflutningurin av makreli og sild vaks eisini nógv í fjør, ávikavist 43 og 54 prosent.

Setti met

Samlaða nøgdin og samlaði útflutningurin av fleiri av fiskasløgum setti eisini met.

Fiskaútflutningurin var tilsamans 512.000 tons, og bara í 2017 var útflutningurin oman fyri 500.000 tons.

Útflutningurin av laksi var 69.000 tons, og tað vóru 2.000 tons meir enn í 2014, sum var higartil besta árið til útflutning av laksi.

Útflutningurin av sild setti eisini met í fjør. Úttflutt vórðu 122.000 tons fyri 745 milliónir kr., vísir uppgerðin hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860