Oljuskip rendi á land á Drelnesi

Oljuskip rendi á land á Drelnesi
Í gjárkvøldið rendi eitt oljuskip frá Malta á land á Drelnesi.
 
22.02.2020 - 13:36

Løgreglan sigur í dag, at skipið rendi við gronini í bryggjukantin. Skipið fekk ikki stórvegis skaða, men bryggjan fekk nakað av skaða.

 

Havnarmeistarin í Tvøroyri sigur í stuttari viðmerking, at skipið hevði ikki nógva ferð, tá ið tað rendi á, og nú liggur skipið við kei á Drelnesi.

Hvørki mannskaði ella umhvørvisskaði stóðst av hendingini, sigur løgreglan.

 

Løgreglan var umborð á skipinum stutt eftir hendingina, og kannaði ymisk viðurskifti. Tær kanningarnar vístu, at hvørki skipari ella loðsur vórðu ávirkaðir av rúsdrekka og at viðurskiftini annars vóru í lagi.

 

Tað verður helst eitt sjóforhoyr, men enn er óvist nær, tí fleiri kanningar skulu gerast áðrenn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040