Kinesarar funnið heilivág fyri coronavirus

bannari
Kinesarar funnið heilivág fyri coronavirus
Nýggi heilivágurin verður tó ikki tøkur fyrr enn í fyrsta lagi um eitt ár
 
25.02.2020 - 14:48

Myndugleikarnir í Kina siga, at granskarar á Tianjin-universitetinum hava funnið heilivág fyri coronavirus. Talan er um tablettir, sum skulu verja fólk fyri virusinum.

Huang Jinhai, professari, sigur við kinesisku tíðindastovuna, Global Times, at hann sjálvur hevur tikið fýra tablettir, og at hann ikki merkir nakað óvanligt av teimum.

Hann sigur, at tablettirnar styrkja immunverjuna og verja samstundis fyri COVID-19 virusinum. Jinhai leggur aftrat, at heilivágurin møguliga kann lekja tey, sum eru sjúk.

Heilivágurin er ikki komin á marknaðin, tí fleiri kanningar skulu gerast, áðrenn heilivágurin kann seljast, siga granskararnir.

Gongur í minsta lagi eitt ár

Aðrir granskarar siga seg rokna við, at tá kanningarnar av nýggja heiliváginum eru lidnar, so man tað mesta av einum ári vera gingið, so heilivágurin verður neyvan tøkur fyrr enn um í minsta lagi um eitt ár, sigur danski granskarin, Randrup Thomsen.

Hann fegnast kortini um, at kinesisku granskararnir hava funnið ein heilivág, sum kanska kann nýtast, skrivar TV2. Stjórin í danska heilsustýrinum, Søren Brostrøm, sigur við TV2, at nýggi heilivágurin verður ikki tøkur í bræði.

Hann vísir á, at longu tá COVID-19-virusið varð kent, fóru granskingarstovnar, við stuðuli frá millum øðrum Heimsheilsustovninum, undir at finna heilivág, men hann verður ikki klárur fyrr enn í fyrsta lagi um hálvt til hálvtannað ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585