Tey skulu ikki gjalda - hóast alt

Tey skulu ikki gjalda - hóast alt
Nú er greitt, at Niels Rødgaard og Rósa Heinesen sleppa undan at gjalda góðar 26.000 krónur, tí hon átti í Føroyum
Niels Rødgaard og Rósa Heinesen sleppa nú undan sjálvi at gjalda, tí hon átti í Føroyum
Mynd: Privatmynd  
 
06.03.2020 - 07:40

Kunngerðin, sum sleppur pápum, sum eru í útbúgving uttanlands, undan at gjalda, tá konan ella unnustan eigur í Føroyum, er nú lýst, og hon virkar frá 1. august í fjør.

Rósa Heinesen átti á Landssjúkrahúsinum í oktober í fjør.  Sambært reglum frá 2009 kann kvinna, sum er í útbúgving uttanlands, føða í Føroyum ókeypis.

 >> SÍ EISINI Kæra avgerð um rokning frá Landssjúkrahúsinum

Men vildi ein pápi, sum er í útbúgving uttanlands, at barn hansara skuldi føðast í Føroyum, varð kravt gjald fyri ta tænastuna, um mamman ikki eisini var lesandi. Hendan støðan kom undan kavi í oktober í fjør. 

Niels Rødgaard og Rósa Heinesen, sum búgva í Danmark, har hann er í útbúgving, men ikki hon, fingu at vita, at tey skuldu gjalda fyri at eiga sonin Rana í Føroyum. 

Tey vóru í skundi komin til Føroya fyri at vera saman við mammu Niels, sum hevði krabbamein og lá til tað síðsta. Men nú er kunngerðin broytt, og broytingin kom í gildi 1. august í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026