Ferðafólk sleppa ikki í land í Bergen

bannari
Ferðafólk sleppa ikki í land í Bergen
Tiltøkini skulu m.a. avmarka vandan fyri at verða smittaður av coronavirusi.
Ferðafólk á útlendskum ferðamannaskipum sleppa ikki land í Bergen
 
11.03.2020 - 15:24

Í Noregi hevur kommunan í Bergen í dag avgjørt, at ferðafólk, sum koma við ferðamannaskipum, sleppa ikki í land í Bergen. 

Tað boðar kommunan frá í tíðindaskrivi. 

- Hetta er eitt av mongum tiltøkum, sum verða sett í verk, so tað ikki verður so trongligt í býnum,  fyri at minka um vandan fyri corona-smittu, og at gestir ikki skulu verða í vanda fyri at verða smittaðir, sigur kommunustjórin, Robert Rastad, við VG.no.

Sleppa ikki í land

Tað merkir, at ferðamannaskip, sum koma til Bergen, kunnu sleppa at proviantera, men ferðafólkini sleppa ikki í land

Kommunan hevur samskift við havnarmyndugleikan í Bergen um, hvussu tey skulu taka í móti skipum, sum hava Bergen sum part av ferðaætlanini, eitt nú Hurtigruten og Fjord Line. 

Hesi skip sleppa at halda fram sum higartil, men tey skulu halda seg til ásetingarnar, sum eru gjørdar fyri at avmarka smittu í Bergen, skrivar kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286