Løgmaður: Føroyar minka ferðina í 14 dagar

bannari
Løgmaður: Føroyar minka ferðina í 14 dagar
Tamarhald er á støðuni, tí øll hava fylgt tilráðingunum frá myndugleikunum, sigur Bárður á Steig Nielsen
Skipað varð fyri tíindafundi í Tinganesi fyrrapartin um støðuna við corona
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2020 - 11:15

Næstu tvær vikurnar fer føroyska samfelagið niður í ferð. Vit vera meira við hús – og minni úti. Tað er fyri at ansa eftir Føroyum, føroyingum og hvørjum øðrum.

Tað staðfesti løgmaður á tíðindafundi í Tinganesi fyrrapartin

Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur bólkað coronasmittuna sum eina alheimsfarsótt, og uttan um okkum er støðan álvarsom. Í grannalondunum breiðir smittan seg skjótt.

- Í Føroyum er framvegis tamarhald á støðuni. Tað er hon fyrst og fremst, tí borgarar, vinna og felagsskapir kring alt landið hava fylgt teimum tilráðingum, sum myndugleikar eru komnir við seinastu tíðina. Smittan hevur ikki fingið fastatøkur, og tey smittaðu eru ikki smittað í Føroyum, men uttanlands, segði Bárður á Steig Nielsen.

Ikki verða bláoygd

- Men í einari álvarsligari støðu sum hesari mugu vit ikki vera bláoygd. Munagóð tiltøk verða sett í verk fyri at forða, at smittan breiðir seg her hjá okkum. Hetta byggir á meginregluna um, at tað er betur at vera fyrivarin enn eftirsnarin. segði hann.

- Samfelagið fer niður í ferð, men tað steðgar ikki. Víðfevnd tiltøk verða sett í verk, og eg veit væl, at tað kann tykjast øvugt samstundis at vissa fólk um, at tað er tamarhald á støðuni. Átøkini verða sett í verk fyri at tryggja, at støðan ikki versnar, segði løgmaður á tíðindafundinum.

Stig eru tikin fyri at tryggja, at kjarnutænasturnar í føroyska samfelagnum kunnu halda fram sum vant. Tað er og verður ríkiligt av mati, goymslurnar eru fullar, og heitt verður staðiliga á fólk um ikki at leggja inn undir seg.

- Nú skulu vit standa saman og taka ábyrgd, segði løgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290