1870 vaktin svarar alt samdøgrið

bannari
1870 vaktin svarar alt samdøgrið
Trýstið á læknavaktina eftir arbeiðstíð er nú so stórt, at telefonin svarar alt samdøgrið
Læknavaktin 1870 svarar nú alt samdøgrið allar dagar í vikuni
Mynd: Savnsmynd  
 
14.03.2020 - 09:24

Nú ber til at ringja til læknavaktina alt samdøgrið allar dagar í vikuni. 

Hetta hendir, eftir at trýstið á bæði læknavaktina 1870 og corona linjuna hevur verið so stórt seinastu dagarnar, at tað hevur verið trupult hjá fólk við bráðfeingis sjúkum at sleppa framat og fáa samband við lækna.

Tí er avtala gjørd við Heilsutrygd og Kommunulæknafelagið um, at 1870 svarar allan sólarringin, upplýsir Heilsumálaráðið. 

Bert til sjúk ella tey við sjúkutekin

Læknavaktin er ætlað til fólk, sum eru sjúk ella halda seg hava sjúkutekin.

Um fólk hava aðrar spurningar um corona smittuna, eru tey vælkomin at senda ein teldupost til corona@hmr.fo.

Eisini er møguligt at fáa svar uppá ofta settar spurningar á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum www.hmr.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329