Mylnuhúsið: Tvey smittað afturat

bannari
Mylnuhúsið: Tvey smittað afturat
Tveir starvsfelagar hjá námsfrøðinginum í Mylnuhúsinum, sum fekk coronavirusið hósdagin í farnu viku, hava eisini fingið staðfest smittuna
 
16.03.2020 - 07:16

Tvey starvsfólk afturat í Mylnuhúsinum í Klaksvík hava fingið staðfest korona-virusið, COVID-19. Tað fingu tey at vita frá landslæknanum í gjár, boðar Klaksvíkar Kommuna frá.

Talan er um starvsfelagar hjá námsfrøðinginum, sum varð staðfest smittað hósdagin í farnu viku. Eftir tilmæli frá myndugleikunum, vórðu tey flestu av starvsfólkunum í Mylnuhúsinum sett í sóttarhald hósdagin.

 >> SÍ EISINI Umleið 100 fólk í sjálvbodnum sóttarhaldi

Tískil hava hesi ikki verið í samband við onnur síðani hósdagin. Tað sama er galdandi fyri fleiri av børnunum í Mylnuhúsinum, sum hava verið í sóttarhaldi síðan fríggjadagin.

Øll foreldur í Mylnuhúsinum eru kunnað um støðuna og hava fingið boð um at vera heima, til nærri boð koma frá Landslæknanum um, hvør møguliga skal í sóttarhald afturat.

Landslæknin tekur sær nú av málinum og tí, sum víðari skal henda fyri at fyribyrgja, at fleiri verða smittað.

 >> SÍ EISINI Skulu venda sær til kommunulækna

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at kommunan tekur hetta í størsta álvara.

– Tilburðirnir í gjár vórðu staðfestir hjá fólki, sum longu vóru í sóttarhaldi. Sostatt hevur smittan sannlíkt breitt seg minni, enn hon annars kundi gjørt.

– Tí hevur tað sera stóran týdning at vit taka ásetingarnar um sóttarhald í størsta álvara og virða tær ásetingar og á tann hátt avmarka smittuvandan. Soleiðis hjálpa vit hvørjum øðrum á ein skilagóðan hátt, sigur Jógvan Skorheim.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576