- Tíðindi, mentan og ítróttur
Joe Biden fer at vinna

Fyrrverandi varaforsetin í USA Joe Biden stendur til at fáa 61 prosent av atkvøðunum í Florida, meðan Bernie Sanders, senatorurin í Vermont, fær 22 prosent.
Tað vísa úrslitini, eftir at 93 prosent av valstøðunum í statinum, erru tald upp.
Í Illinois fær Joe Biden 59 prosent og Sanders 36. Har eru 74 prosent av atkvøðunum taldar.
Hevur vunnið 19 statir
Í Arizona er Biden eisini frammanfyri.
Fyrrverandi varaforsetin fær 43 prosent, og Sanders stendur til at fáa 30 prosent. Har eru 66 prosent av atkvøðunum taldar.
Joe Biden hevur nú vunnið uppstillingarvalini í 19 statum, og nógv bendir á, at hann skal bjóða Donaldi Trump av á forsetavalinum í heyst.
Korona útsetir val
Donald Trump hevur longu tryggja sær nóg nógvar umboðsmenn og verður - ikki óvæntað - valevni hjá republikanarunum.
Val skuldi eisini vera í Ohio í gjár, men eins í í øðrum statum, varð gjørt av at útseta valið, tí korona-virusið breiðir seg skjótt.

























