Iranski forsetin: 14 milliónir fólk til reiðar at lata lív fyri landið

Iranski forsetin: 14 milliónir fólk til reiðar at lata lív fyri landið
Yvirlýsingin frá Masoud Pezeshkian kemur beint undan freistini, sum Donald Trump hevur sett fyri at lata Hormuzsundið uppaftur fyri skipaferðslu
Masoud Pezeshkian, forseti, sigur, at 14 milliónir landsmenn eru til reiðar at lata lív fyri Iran.
Mynd: BBC  
 
07.04.2026 - 10:13

- 14 milliónir iranar, eg íroknaður, hava boðið okkum fram at ofra okkara lív í krígnum.

Tað sigur iranski forsetin, Masoud Pezeshkian.

- Meira enn 14 milliónir iranar hava higartil sagt seg vilja at lata lív sítt til tess at verja Iran. Eg havi eisini verið, eri og eri framvegis til reiðar at lata lív fyri Iran, skrivar Pezeshkian á X í dag.

Hetta er tvífalt so nógv sum tað, ið almennir miðlar áður hava skrivað um sjálvboðin, sum myndugleikarnir hava útvegað í sms-boðim og fjølmiðlum undir krígnum. 

 

Sláa manngarð um orkuverk

Iranskir myndugleikar hava eisini heitt á ungar iranar um at sláa manngarð kring orkuverkini, fyri at verja tey.

Yvirlýsingin kemur beint undan freistini, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sett Iran at lata upp Hormuzsundið. 

Ger Iran ikki tað, hevur Trump hótt við at bumba orkuverk og brýr í Iran.

Í Iran búgva góðar 90 milliónir fólk.

 

Stórt mannfall í krignum móti Irak

Í krígnum móti Irak í áttatiárunum manglaði Iran hernaðarútgerð, men ikki fólk. Tá vóru túsundtals og aftur túsundtals fólk send til gongu yvir irakisk minuøki og beint í skotbardaga. Risastóru bylgjurnar av fólki - og teirra millum nógv børn - tryggjaðu iranska framgongd, men við risastórum menniskjaligum tapi.

Í krígnum, sum er nú, brúkar Iran eisini børn, sigur Human Rights Watch, sum hevur skjalprógv fyri, at 12 ára gomul er innkallað í tænastu og skulu "verja heimlandið".
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263