Hava aðalfund, men lata einki vinningsbýti

Hava aðalfund, men lata einki vinningsbýti
Serstøku umstøðurnar gera, at BankNordik heldur tað ikki vera ráðiligt at gjalda vinningsbýti.
 
25.03.2020 - 08:50

BankNordik hevur ársaðalfund í morgin kortini. Bankin sigur, at hann væntar ikki at fáa loyvi til at avlýsa fundin.

Eftir ætlan verður einki vinningsbýti goldið fyri 2019, boðar bankin frá.

Ætlanin var annars at lata partaeigarum 67,2 mió. kr. í vinningsbýti, sjey krónur fyri partabrævið. 

Serstøku umstøðurnar gera, at BankNordik ikki metir tað vera ráðiligt at gjalda vinningsbýti.

Um støðan og útlitini batna seinni í ár, fer nevnd bankans at viðgera vinningsbýtið fyri 2019 av nýggjum. 

Avmarka aðalfundin

Roynt verður at avmarka aðalfundin í morgin so nógv sum til ber. Eitt nú verður nevndin ikki í hølunum hjá bankanum. Harumframt fer BankNordik at seta seg í samband við partaeigarar, sum hava teknað seg til aðalfundin, og mæla
teimum til at geva bankanum fulltrú í staðin.

Skráseting Føroya boðaði frá í síðstu viku, at hon hevur onga lógarheimilid at útseta freistina fyri at lata henni ársfrásagnir fyri 2019. Freistin er 1.juli.

Men ársfrásøgnin skal góðkennast á aðalfundi fyrst. Og teir aðalfundirnir hjá vinnufeløgunum eru nú og í næstum.

Eingin heimild

Av tí at hvørki vinnufelagalógin ella ársroknskaparlógin loyva Skrásetingini at leingja freistina at halda aðalfund og lata inn ársfrásagnir, mælir Skrásetingin nú til, at tey feløg, sum hava møguleika fyri at halda elektróniskan aðalfund, gera tað, og at feløgini upplýsa um møguleikan at møta á aðalfundinum við fulltrú ella at atkvøða við brævi.

Tilmælið hjá myndugleikunum er, at í mesta lagi tíggju fólk eru saman.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751