WHO ávarar um at lata upp aftur

bannari
WHO ávarar um at lata upp aftur
Heimsheilsustovnurin heitir á heimsins lond um at vera varin, tá tey lata samfeløgini upp aftur, tí koronavirusiðkann kykna upp aftur av álvara
 
11.04.2020 - 11:03

Um samfeløgini verða latin upp ov tíðliga og ov skjótt, kann tað hava við sær, at koronavirusið av álvara kyknar upp aftur, ljóðar ávaring frá heimsheilsustovninum, WHO, sambært BBC.

Leiðarin, Tedros Adhanom Ghebreyesus, sigur, at lond skulu vera varin, tá tey linka um smittutálmandi tiltøkini. Eisini hóast tey merkja búskaparligu avleiðingarnar av tiltøkunum betur og betur.

Bæði Spania og Italia, sum eru tey bæði harðast raktu londini í Evropa higartil, eru farin at linka um tiltøkini, eftir at gongdin er batnað munandi í seinastuni. 

Fegnast um gongdina

Og WHO fegnast um, at smittútbreiðslan í fleiri evropeiskum londum gongur seinni nú. Stovnurin arbeiðir nú saman við stjórnum við ætlanum um at lata samfeløg uppaftur, segði Ghebreyesus. Men tað skal gerast við skili, ávaraði hann, sambært BBC.

Í Spania ætlar stjórnin at lova fólki í byggi- og framleiðsluvinnuni aftur til arbeiðis í næstum. 

Stjórnin í Italia hevur longt avbyrgingina til 3. mai, men ætlanir eru um, at partar av tænastuvinnuni skulu lata upp aftur eftir páskir. Talan er millum annað um bókhandlar, handlar, sum selja barnaklæðir og vaskarí.

Bert matvøruhandlar og apotek hava havt opið sum vanligt, síðan avbyrgingartiltøkini vórðu sett í verk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311