Løgreglan kannar fleiri mál um stuldur

Løgreglan kannar fleiri mál um stuldur
Í fleiri førum er olja tikin, og brotið er eisini inn í bingjur
Fleiri hundrað litrar av olju eru stolnir seinastu tíðina
 
28.04.2020 - 13:13

Løgreglan kannar í løtuni fleiri mál um oljustuldur og annan stuldur.

Løgreglan upplýsir, at olja er tikin í fleiri førum, og eisini eru tekin um, at brotið er inn í bingjur, sum hava staðið á havnarløgum.

Síðstu dagarnar eru fleiri fráboðanir um oljustuldur komnar aftrat.

Talan er um nógva olju í ávísum førum, heilt upp í 600 og 800 litrar.

Stuldurin er væl skipaður, tí tað ber ikki til í eini handavend at taka fleiri hundrað litrar av olju, sigur løgreglan, sum kannar øll málini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424