Landslæknin hevði COVID-19

bannari
Landslæknin hevði COVID-19
Fyri knøppum tveimum vikum síðani vísti ein kanning, at Lars Fodgaard Møller hevði andevni móti Covid-19 í blóðinum
 
29.04.2020 - 15:42

Lars Foodgaard Møller kom til Føroya við flogfarinum mánakvøldið, eftir at hann seinasta leygardag aftur tók við starvinum sum landslækni í Føroyum.

Hann bleiv sjúkraskrivaður tann 6. apríl. Tá boðaði danska Stýrið fyri Sjúklingatrygd frá, at hetta hevði onki við COVID-19 sjúkuna at gera. Men fyri knøppum tveimum vikum síðani vísti ein kanning, at landslæknin hevði andevni móti COVID-19 í blóðinum.

Kringvarpið hevur verið í samband við Lars Foodgaard Møller, sum sigur, at hann ikki vil viðmerkja síni egnu persónligu viðurskifti. Somuleiðis hevur Kringvarpið verið í sambandi við Stýrið fyri Sjúklingatrygd. Hagani eru boðini, at eitt tíðindaskriv um støðuna verður sent út seinni í dag, men tey vilja annars ikki viðmerkja málið.

Kringvarpið hevði ætlað at spurt Lars Foodgaard Møller og Sjúklingastýrið, um øll tilmæli um sóttarhald eru hildin, nú landslæknin kom við flogfarinum til Føroya mánakvøldið. Eisini ætlaðu vit at spyrja, um landslæknin hevur verið møgulig smittukelda, áðrenn hann varð sjúkraskrivaður tann 6. apríl. Ein annar spurningur er, hvussu royndin er tikin og hvørji atlit, ið vórðu tikin, áðrenn hann fór til Føroya við flogfarinum, herundir hvørt hann var staðfestur frískur, tá hann setti seg í føroyaflogfarið. Men tað hevur ikki borið til at fáa Landslæknan ella Stýrið fyri Sjúklingatrygd at svara spurningunum frá Kringvarpinum. Boðini eru bert, at eitt tíðindaskriv kemur seinni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444