Koronu-brúdleyp: 1.000 fólk fylgdu við vígsluni

Koronu-brúdleyp: 1.000 fólk fylgdu við vígsluni
Tey vóru við í andanum, sigur Dina Norðberg um tey 1000 fólkini, sum fylgdu við, tá hon og Evald Norðberg vórðu vígd í næstan tómum sali
 
01.05.2020 - 09:59

4. apríl var ein serligur dagur fyri Dinu Bech. 

Tá skifti hon eftirnavn. 

4. apríl var eisini ein óvanlig hending. Tvey blivu vígd í næstan tómum samkomuhúsi á Skála. 

Kortini fylgdu eini 2.000 eygu við, tá Dina Bech - nú Norðberg - kom gangandi eftir samkomugólvinum til sín komandi gemal, Evald Norðberg.

Hoyr samrøðu við Dinu Norðberg um alternativa brúdleypið:

Tey 2.000 eyguni fylgdu við á Facebook. Tað var ikki tí, at parið ikki ynskti tey til vígsluna. Tað var í hægstu korona-tíð, tá í mesta lagi tíggju fólk kundu vera saman í bólki.

Parið setti nakrar fartelefonir upp á eitt stativ og trýsti á facebook-live. Harvið kundu familja, vinfólk og øll forvitin fylgja við vígsluni, sum varð stroymd á netinum.

Eisini røðan til vígsluna varð hildin á øðrvísi hátt.

Røðarin var ikki til staðar; men vístur á stórskíggja.

 Dina Norðberg sigur, at tað var ongantíð hugsingur um at útseta brúdleypið. 

Og í dag angrar hon ikki, at hennara brúdleyp varð hildið at kalla uttan brúdleypsgestir.

- Eg kendi, at tey vóru við mær í andanum, sigur Dina Norðberg, sum í hesum døgum er á brúdleypsferð í Hvalba við manninum, sum hevur hús har.

Dina Norðberg lesur til lærara og nýtir høvið og friðin at skriva endaligu uppgávuna úr húsunum í Hvalba.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539