- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frakland funnið koronutilburð frá desember

Nú er greitt, at í desember í fjør var fyrsti tilburðurin av koronusmittuni í Fraklandi. Tað skrivar danska TV2, sum endurgevur franskar miðlar.
Seinastu tíðina hava tvey sjúkrahús í Fraklandi greinað gamlar royndir av lungnabrunum, og tey hava funnið koronuvirus í eini roynd, sum varð gjørd í Paris í desember 2019.
Greina royndir
Áðrenn koronufarsóttin gjørdi um seg, høvdu hesi bæði sjúkrahúsini í Fraklandi kannað nógv fólk fyri lungnabruna og beinkrím.
Og herfyri bað Yves Cohen, lækni og deildarstjóri á báðum sjúkrahúsunum síni starvsfólk gjøgnumganga gomlu kanningarnar og at kanna tær fyri koronuvirus.
Allar royndir, sum vístu vanligan lungnabruna ella beinkrím vórðu sáldaðar frá.
Og so stóðu læknarnir at enda við 24 royndum, sum hvørki vístu lungnabruna ella beinkrím.
- Av hesum 24 høvdu vit eina, sum var positiv við Covid-19, sigur Yves Cohen við sjónvarpsrásina, BFMTV.
Positiva Covid-19 royndin stavar sostatt frá eini kanning, sum upprunaliga varð gjørd 27. desember í 2019.
Dupult kanning
Um hetta mundið høvdu myndugleikarnir í Kina ikki boðað frá nýggja virussinum, og marknaðurin í Wuhan, har sjúkan tók seg upp, var framvegis opin.
- Vit gjørdu kanningina tvær ferðir fyri at tryggja okkum, at talan ikki var um eitt mistak, og báðar ferðirnar var hon positiv, sigur franski læknin við France-info.
Smittaði maðurin var sera bilsin, tá hann fekk boðini um, at hann skuldi havt verið smittaður við Covid-19 í desember í fjør. Maðurin hevði ikki verið og ferðast og hevði fyri tað mesta verið saman við konu síni og børnunum.
Hann var sjúkur í 15 dagar og smittaði bæði børnini, men ikki konuna, sum arbeiðir í eini fiskaeind í einum matvøruhandli.
- Vit hugdu eftir, um fiskur úr Kina var í matvøruhandlinum, men har vóru bara franskar vørur, sigur Yves Cohen við fronsku sjónvarpsrásina.



























