Lodna í føroyskum sjógvi vekir ans í Íslandi

Lodna í føroyskum sjógvi vekir ans í Íslandi
Lodnan er at kalla horvin í íslendskum sjógvi
Tað er ikki óhugsandi, at lodnuyngul í Íslandi fer við streyminum til Føroya, halda íslendingar
 
05.05.2020 - 09:13

Tað hevur vakt ans hjá fiskifrøðingum í Íslandi, at lodna er funnin í føroyskum sjógvi.

Lodnan er at kalla horvin í íslendskum sjógvi. Stovnurin er bara 250.000 tons.

Lodnan gýtir norðan fyri Ísland, og tað er óvanligt.

Tað kann hugsast, at lodnuyngul fer haðani við streyminum til Føroya, sigur Birkir Bárðarson, sum stendur á odda fyri íslendsku lodnukanningunum, við Fiskifréttir.

Nú verður lodnan, sum er funnin í føroyskum sjógvi, samanborin við íslendsku lodnuna fyri at vita, um lodnan er íslendsk. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120