- Tíðindi, mentan og ítróttur
Katrin Jóhanna aftur til Noregs
Katrin Jóhanna aftur til Noregs
Felagið Harjon i Torangsvåg hevur keypt skipið, sum longu er komið til Noregs

Katrin Johanna fullfermd.
22.10.2026 - 07:02
Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna er selt til Noregs.
Felagið Harjon i Torangsvåg hevur keypt skipið, sum longu er komið til Noregs.
Katrin Jóhanna kom til Føroya í 2018.
Tá keypti partafelagið Kinnfelli í Miðvági skipið úr Noregi.
Tað hevði tá navnið Herøy.
Skipið er bygt í Noregi í 1997.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























