- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strandarlondini ætla at gera nýtt býti fyri svartkjaftin
Strandarlondini ætla at gera nýtt býti fyri svartkjaftin
Samráðingar vera fyrst í desember

Svartkjaftakvotan næsta ár verður ein millión og 64.000 tons.
23.10.2026 - 09:37
Strandarlondini Føroyar, Bretland, ES, Ísland og Noreg eru samd um at hittast í London 1. og 2. desember at samráðast um nýtt býti fyri svartkjaftin.
Og 3. og 4. desember ætla tey at royna at fáa hini strandarlondini í makrelsemjuna millum Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg.
Strandarlondini eru annars samd um at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2027 fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft.
Strandarlondini eru samd um at gera eftir ráðgevingini hjá ICES, sum er 352.938 tons fyri makrel, 588.004 tons fyri norðhavssild og ein millión og 64.191 tons fyri svartkjaft.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























