Posta vøkstur í 2019

Posta vøkstur í 2019
2019 var eitt miðalgott ár hjá Posta, og flutningsfelagið hevði vøkstur í fjør
39 prosent av inntøkunum hjá Posta komu í 2019 frá frakt, sambært ársfrágreiðingini fyri 2019
 
08.05.2020 - 12:31

Sølan vaks í fjør upp í slakar 120 milliónir krónur, meðan rakstraríkastið var umleið tað sama, sum undanfarin ár, 11 milliónir krónur svarandi til gott níggju prosent av søluni.

Yvirskotið hjá Posta var í fjør 330.000 krónur fyri skatt. Tað var serliga fraktparturin, loftvegis, sjóvegis og innanlands, ið vaks, upplýsir Posta eftir at aðalfundur hevur verið.

39 prosent av samlaðu søluni hjá Posta stavar frá frakt og 32 prosent frá brøvum, sambært ársfrágreiðingini hjá Posta fyri 2019.

Nýggjur nevndarformaður valdur

Dótturfelagið í Danmark, PostaLogics, hevði somuleiðis vøkstur í søluni, ikki bara til Føroyar, men eisini til aðrar marknaðir. Partur av nevndini hjá Posta er eisini skiftur út á aðalfundinum.

Í nevndini eru nú Joen Magnus Rasmussen, formaður, Reidar Nónfjall, næstformaður, Guðrið Højgaard, Gudny Langgaard, Jóanis Iversen og Bjarki Poulsen, starvsfólkaumboð.

Andras Róin og Jóna Olsen eru farin úr nevndini, og nýggi formaðurin, Joen Magnus Rasmussen, og Gudny Langgaard eru nývald, sigur Posta í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952