Allir íbúgvarnir í Wuhan kannast

bannari
Allir íbúgvarnir í Wuhan kannast
11 milliónir fólk í kinesiska býnum skulu kannast eftir bara 10 døgum, nú ein nýggjur COVID-19 tilburður er staðfestur
Myndugleikarnir í kinesiska býnum Wuhan ætla at kanna øll fólk í býnum fyri COVID-19, nú ein nýggjur tilburður er staðfestur í býnum
Mynd: Savnsmynd: AP  
 
13.05.2020 - 08:19

Myndugleikarnir í kinesiska býnum, Wuhan, vilja nú kanna allar 11 milliónir íbúgvarnar fyri koronasjúkuna, skrivar BBC, ið hevur tíðindini frá kinesiskum miðlum. 

Ætlanin er at kanna allar íbúgvarnar eftir 10 døgum. Enn er talan einans um fyrireikingar, men sambært BBC hava myndugleikarnir heitt á tey ymisku økini í býnum um, at gera eina ætlan fyri, hvussu allar íbúgvarnir kunnu kannast.

Hildið verður, at sjúkan hevur uppruna í Wuhan, men tað eydnaðist í fyrstu atløgu, at beina fyri sjúkuni. Men aftaná, at eingin bleiv staðfestur síðan 3. apríl, eru seks fólk vorðin sjúk um vikuskiftið.

Ein nýggjur tilburður í gjár

Myndugleikarnir eru so smátt byrjaðir at lata samfelagið upp aftur eftir góðu gongdina í smittutølunum. Ferð var millum annað aftur komin á handilsvinnuna, skúlarnar og almennu ferðsluna.

Orsøkin til, at kinesiska stjórnin vil kanna allar íbúgvarnar, er, at farsóttin ikki aftur fær tamarhald á Wuhan, sambært BBC.

Bara eitt fólk fekk staðfest COVID-19 í Kina í gjár. Higartil hava 82.919 fólk í Kina fingið staðfest smittuna, og 4.633 eru deyð av COVID-19 í Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638