1376 undirskriftir handaðar løgmanni

bannari
1376 undirskriftir handaðar løgmanni
Kravið er tvungið sóttarhald og avtøka av familjuhaldinum
Løgmaður hyggur eftir undirskriftunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.05.2020 - 17:27

Í dag vóru Mary Cazabon og Dagbjørg Hjaltalin í Tinganesi og handaðu løgmanni undirskriftir.

Tað eru tveir bólkar, sum eru farnir saman og samanlagt hava 1376 fólk skrivað undir.

Bólkurin, sum Mary Cazabon er partur av hevur savnað 818 undirskriftir.

Og bólkurin, sum Dagbjørg Hjaltalin er partur av hevur savnað 558 undirskriftir. Hesin bólkur ynskir eisini tvungið sóttarhald, men er opin fyri, at fólk hava frælsi til sjálvi at avgerða, hvar sóttarhaldið verður hildið, bara tað er trygt fyri øll.

Tann størsti parturin av arbeiðinum við at savna undirskriftir er farin fram á netinum og tað hevur ávirkað endaliga talið av undirskriftum.

Stigtakararnir eru kortini væl nøgdir.

Hoyr alt innslagið og samrøðuna við Mary Cazabon og Dagbjørg Hjaltalin her:

1371579

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635