Avmarkaðir vakstrarmøguleikar

Avmarkaðir vakstrarmøguleikar
Taraaling er framvegis á byrjanarstøði í Føroyum, og møguleikarnir fyri at økja framleiðsluna hava verið avmarkaðir, sigur Havbúnaðarfelagið
Vakstrarmøguleikar í føroyskari taravinnu eru avmarkaðir, sigur Havbúnaðarfelagið
 
18.05.2020 - 16:22

Í løtuni eru tvey feløg, sum ala og skera tara. Í fjór vórðu 40 - 45 tons av tara í vátari vekt skorin og seld. Hetta svarar til umleið 4 - 4,5 tons í turrari vekt. Tað er nakað tað sama, sum í 2018

Tað mesta varð útflutt til ES-lond, til matvøruframleiðslu og til fóður, meðan ein minni partur varð framleiddur og seldur í Føroyum, sum turkaðir úrdráttir til matna; bæði til føroyingar og ferðafólk. 

Í desember lýsti Heilsufrøðiliga Starvsstovan fimm aliloyvi til tara leys at søkja á útvaldum støðum. Hetta hevur væntandi við sær, at framleiðslan kann økjast munandi komandi árini.

Í løtuni er eingin vistfrøðilig góðkenning til føroyska taraaling. Tí er tað trupult at selja taraframleiðsluna til teir bestu altjóða marknaðirnar, og vinnan missir kundar, sigur Havbúnaðarfelagið í ársfrágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581