355 tons aftrat á Flemish Cap

355 tons aftrat á Flemish Cap
Thor í Hósvík og Ocean Group Faroes í Vági fáa fiskin sum felagskvotu
Thor eigur tvey av loyvunum í Suðurkyrrahavinum, sum verða býtt um við tosk á Flemish Cap
 
22.05.2020 - 11:53

Føroyar hava fingið 355 tons av toski á Flemish Cap, sum er í NAFO-økinum.

Toskurin er fyri rossamakrelin, sum Føroyar hava í Suðurkyrrahavinum.

Føroyar fiska ikki longur í Suðurkyrrahavinum, og tí hava Føroyar fingið tosk á Flemish Cap í einum býtishandli við ES.

Trý loyvi

Føroyingar hava trý loyvi í Suðurkyrrahavinum. Thor í Hósvík eigur tvey teirra, og Ocean Group Faroes í Vági eigur eitt, sum reiðaríið keypti frá Thor. 

Tey 335 tonsini verða latin teimum sum felagskvota, sum 31.desember 2017 høvdu loyvi at fiska í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum. Og tað eru Thor og Ocean Group Faroes.

NAFO-økið er altjóða sjógvur sunnan fyri Grønland og eystan fyri Kanada.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576