Útlendingar stóran áhuga at keypa ognir

Útlendingar stóran áhuga at keypa ognir
Meirilutin í Vinnunevndini heldur, at treytir skulu setast útlendingum, sum keypa hús og jørð í Føroyum
Landsstýrið arbeiðir við uppskoti um, hvussu útlendingar kunnu keypa ognir í Føroyum, hevur Vinnunevndin fingið at vita frá løgmanni
 
22.05.2020 - 08:52

Áhugin hjá útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum er vaksandi.

Í onkrari bygd hevur útlendingur keypt fleiri hús.

Tað fekk Vinnunevndin hjá løgtinginum at vita frá ognarmeklara, sum nevndin tosaði við, tá hon viðgjørdi uppskotið til samtyktar frá Tjóðveldi um at gera ein lóg, sum forðar fyri, at útlendingar keypa jørð og bústaðir í Føroyum.

Meirilutin í Vinnunevndini, samgongan og Framsókn, heldur tað vera í andsøgn við eitt opið og liberalt samfelag ikki at geva øðrum enn fastbúgvandi loyvi at keypa ognir í Føroyum.

Greiðar treytir

Men greiðar treytir skulu tó setast útlendingum, sum keypa hús og jørð í Føroyum.

Meirilutin vísir á, at løgmaður hevur sagt við nevndina, at landsstýrið arbeiðir við at finna ein leist til lógaruppskotið um, hvussu privatar útlendingar og útlendingar, sum fáast við vinnuligar verkætlanir, kunnu keypa hús og jørð.

Hetta lógaruppskotið skal verða klárt í heyst.

Meirilutin mælir frá at samtykkja uppskotið hjá Tjóðveldi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025