Váðaráðið: Peningastovnar framvegis væl fyri

bannari
Váðaráðið: Peningastovnar framvegis væl fyri
Nú negativ renta er fyri innlán, eru vinnan og húsarhaldini farin at gjalda skuld í staðin fyri at seta pengar inn, sigur Váðaráðið
Eingi tekin eru um systemiskar váðar í føroyska bankageiranum, sigur Váðaráðið
 
26.05.2020 - 14:19

Hóast korona nú hevur verið í skjótt tríggjar mánaðir, eru peningastovnarnir í Føroyum væl fyri at geva húsarhaldum og fyritøkum, sum koronutilbúgvingin hevur rakt, neyðugu hjálpina.

Tað sigur Føroya váðaráð.

Ráðið metir framvegis ikki, at tekin eru um systemiskar váðar í føroyska bankageiranum. 

Lítil útlánsvøkstur

Útlánsvøksturin er framvegis lítil. Hann var null prosent við árslok 2019, men trý prosent, tá donsku peninga- og realkredittstovnarnir eru taldir við. Sama gongdin var í fyrsta ársfjórðingi í ár. 

Útlánini hjá føroysku peningastovnunum vóru 89 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í 2019 og 96 prosent í 2018. Vøksturin í innlánum er eisini minni.

Nú negativ renta er fyri innlán, eru vinnan og húsarhaldini farin at gjalda skuld í staðin fyri at seta pengar inn, sigur Váðaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860