Veiðigjøld betri enn skattað veiðiloyvi

Veiðigjøld betri enn skattað veiðiloyvi
Búskaparráðið hevur verið á fundi við Fíggjarnevndina um uppskotið at krevja skatt av vinninginum, tá veiðiloyvi verða seld
Búskaparráðið hevur verið á fundi við Fíggjarnevndina
 
28.05.2020 - 09:06

Tað er nógv betri fyri búskapin at hava veiðigjøld enn at skatta veiðiloyvi, tá tey verða seld.

Tað segði Búskaparráðið við Fíggjarnevndina hjá løgtinginum mánadagin. 
 
Eitt tilfeingisgjald kann geva landskassanum næstan fulla virðið av tí tilfeinginum, sum eitt veiðiloyvi umboðar. 

Eitt tilfeingisgjald vildi eisini gjørt tað óneyðugt til dømis at órógvast um útlendskan kapital í føroysku fiskivinnuni, sigur Búskaparráðið.

Ikki skilagott at selja

Búskaparráðið sigur tað vera ivasamt, hvussu nógvar pengar landskassin fær fyri seld veiðiloyvi.

Verður veiðiloyvið at rokna sum eitt 12 ára leypandi gullrandað virðisbræv, er ikki skilagott at selja, sigur Búskaparráðið. 

Fíggjarnevndin viðger uppskotið hjá landsstýrinum um at krevja skatt av vinninginum, tá veiðiloyvi verða seld.

Búskaparráðið væntar ikki, at nakað veiðiloyvi verður selt, og tí koma heldur eingir pengar í landskassan.

Í staðin fyri at skatta søluvirðið, sum er avtalað millum partarnar, kundi væntaða framtíðar inntøkan í upp til 12 ár av hesum veiðiloyvinum verið skattað. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860