Mette Frederiksen framvegis stóra undirtøku

Mette Frederiksen framvegis stóra undirtøku
Tiltøkini, sum danski stjórnarflokkurin hevur sett í verk í sambandi við koronu, ávirka ikki, heldur tvørturímóti
Var val nú, hevði stjórnarflokkurin hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra fingið 34,7 prosent av atkvøðunum
 
01.06.2020 - 17:23

Hóast andstøðuflokkarnir í fólkatinginum finnast hvassliga at Mette Frederiksen, forsætisráðharra, og sosialdemokratisku stjórn hennara fyri handfaringina av koronakreppuni, tekur veljarin dyggiliga undir við henni.

Ein kanning, sum Ritzau-tíðindastovan hevur latið gera, vísir, at var val nú, hevði stjórnarflokkurin fingið 34,7 prosent av atkvøðunum.

Ein kanning fyri trimum mánaðum síðani vísti, at danski javnaðarflokkurin hevði fingið 26 prosent. Tað var beint undan fyrstu tiltøkunum, sum stjórnin setti í verk í sambandi við koronavirusið.

Hóast danska samfelagið at kalla læt aftur, hevur tað ikki ávirkað umdømdið hjá Mette Frederiksen, tvørturímóti.

62 sessir

Í kanningini, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, og sum verður kunngjørd í dag, fær sosialdemokratiski stjórnarflokkurin 34,7 prosent av atkvøðunum, og tað hevði givið 62 sessir í fólkatinginum.

Hagfrøðiliga frávikið er 2,9 prosentstig hvønn vegin.

1036 fólk vórðu spurd í kanningini, sum varð gjørd frá 25. mai til í gjár, 31. mai.

Á fólkatingsvalinum fyri einum ári síðani, fingu sosialdemokratarnir 25,9 prosent av atkvøðunum og 48 fólkatingssessir.

Vinstri afturgongd

Nýggja veljarakanningin vísir, at størsti andstøðuflokkurin í fólkatinginum, Vinstri, fær 19,5 prosent og 35 sessir.

Á fólkatingsvalinum í fjør fekk Vinstri 23,4 prosent og 43 fólkatingsessir.

Var val nú, høvdu flokkarnir á reyða veingi fingið tilsamans 106 sessir í fólkatinginum og borgarligu flokkarnir 69 sessir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Leygardag 7. februar
Jambalaja - 070226
203875
Leygardag 7. februar
Vikan 7. februar 2026
203867
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846