Føroyingur er forkvinna

Føroyingur er forkvinna
33 ára gamla Birita í Dali er nýggj forkvinna í Transparency International Greenland
Birita í Dali er serkønur ráðgevi í grønlendska fiskimálaráðnum
 
04.06.2020 - 10:05

Felagsskapurin Transparency International Greenland hevur fingið nýggja forkvinnu. Hon er føroyingur, og eitur Birita í Dali.

Transparency International Greenland virkar fyri at fyribyrgja og upplýsa um skaðarnar, sum korrupsjón kann hava í einum samfelag sum tí grønlendska.

Birita í Dali er 33 ár og býr í Grønlandi.

Hon er stjórnmálafrøðingur og arbeiðir sum serkønur ráðgevi í grønlendska fiskimálaráðnum.

Hon sigur í tíðindaskrivi, at í einum lítlum samfelagi sum tí grønlendska, har sum øll kenna øll, og tað almenna er stórt, og valdið er í fáum hondum, er øgiliga umráðandi at hava gjøgnumskygni og opinleika, og tí ætlar Transparency international Greenland at halda fram við at virka fyri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358