KÍ rennur undan hinum

KÍ rennur undan hinum
Kí fekk aftur trý stig í dag, tá tær vunnu á NSÍ. ÍVB fekk sín fyrsta sigur, og grannauppgerðin í Havn endaði við javnleiki
 
07.06.2020 - 18:42

Evy á Lakjuni skoraði einasta málið í dystinum, tá KÍ vann norðoyastevnudystin og toppdystin móti NSÍ.

Sigursmálið kom beint fyri steðgin, og hóast NSÍ royndi at javna, eydnaðist tað ikki teimum gulu og svørtu.

ÍVB vann endiliga

ÍF/Víkingur/B68 fekk sín fyrsta sigur í ár. Jacoba Langgaard legði felagsliðið framum móti EBS/Skála við brotssparki beinanvegin, og Mona Rasmusdóttir økti miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki minkaði Lea Lisberg um munin, men nærri komu tær kortini ikki.

Grannauppgerðin í Havn millum HB og B36 endaði við 1-1 javnleiki. Helena H. Johannesen legði B36 framum í fyrra hálvleiki, men Elin Maria Isaksen javnaði eftir steðgin við brostssparki.


KÍ - NSÍ, 1-0
1-0 Evy á Lakjuni, 44 min.

ÍVB - EBS/Skála, 2-1
1-0 Jacoba Langgaard, 7 min. (br.)
2-0 Mona Rasmusdóttir, 26 min. 
2-1 Lea Lisberg, 61 min.

HB - B36, 1-1
0-1 Helena H. Johannesen, 20 min.
1-1 Elin Maria Isaksen, 50 min. (br.)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817