Jørgen svarar, tá skrivið er viðgjørt

Jørgen svarar, tá skrivið er viðgjørt
Skrivið frá KAF er drúgt, og krevur drúgva viðgerð, tí talan er um nógv løgfrøðilig viðurskifti, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, lovar at svara, tá Fíggjarmálaráðið er liðugt at viðgera skrivið frá KAF
 
11.06.2020 - 11:09

Kommunala arbeiðsgevarafelagið fær svar frá Fíggjarmálaráðnum, so skjótt sum ráðið er liðugt at viðgera skrivið frá felagnum.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, eftir at Kommunala arbeiðsgevarafelagið sigur seg ikki kunna góðtaka, at Fíggjarmálaráðið noktaði at góðtaka sáttmálan, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið gjørdi við Starvsmannafelagið í farnu viku.

Skrivið frá KAF er drúgt, og krevur drúgva viðgerð, tí talan er um nógv løgfrøðilig viðurskifti, sigur landsstýrismaðurin.

Hann ikki vil gera viðmerkingar til skrivið frá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, fyrr enn Fíggjarmálaráðið er liðugt at viðgera tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542