Hálv fjórða millión í koronustuðli

Hálv fjórða millión í koronustuðli
Á middegi fríggadagin vóru 75 umsóknir um stuðul sambært hjálparpakka tvey avgreiddar
Nú eru 75 umsóknir um stuðul úr hjálparpakka tvey avgreiddar.
 
21.06.2020 - 09:24

Á middegi fríggadagin vóru 75 umsóknir um stuðul sambært hjálparpakka tvey avgreiddar.

Stuðulin úr landskassanum er nú slakar 3,5 mió. kr. 

Á middegi týsdagin í síðstu viku vóru umsóknirnar 67 í tali, og fyrrapartin mánadagin í hesari vikuni vóru tær 71.

Flestu fyritøkurnar, 59 av teimum 75, siga seg hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum í øðrum ársfjórðingi í ár.

Fastar útreiðslur

Fyritøkurnar fáa stuðul til fastar útreiðslur, so sum húsaleigu, el, hita, rentur, trygging og fjarskifti.

Tær kunnu fáa í mesta lagi 80.000 kr. um mánaðin. 

Størsti stuðulin higartil er framvegis 214.012 kr. fyri ársfjórðingin. 

Í miðal er stuðulin 46.157 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751