Koppseting til fólk roynast

bannari
Koppseting til fólk roynast
300 fólk í Bretlandi skulu í næstu viku royna eitt møguligt koppingarevni ímóti koronusmittuni
 
26.06.2020 - 13:59

Higartil er koppsetingin roynd á djór, og royndirnar vísa, at koppsetingin er trygg, og kann fyribyrgja koronusmittuna, skrivar BBC.

300 bretar hava bjóðað sær at royna koppsetingina. Gongst alt sum ætlað, fer eitt størri kanningararbeiði í gongd í oktober, tá 6.000 fólk skulu royna koppsetingina.

Framleiðarnir vóna, at koppsetingin verður klár tíðliga í 2021.

– Eydnast koppsetingin, fer hon at kollvelta mátan, vit verja okkum móti líknandi sjúkum í framtíðini, sigur Robin Shattock, professari, sum er leiðari á verkætlanini.

Koppsetingin verður framleidd á Imperial College London, og er ein av mongum royndum kring heimin at framleiða eina koppseting móti koronusmittuni. Í løtuni eru umleið 120 koppsetingarverkætlanir í gongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096