- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vann stórsigur á valinum
Vann stórsigur á valinum
Guðni Th. Johannesson fekk 92 prosent av atkvøðunum á forsetavalinum í Íslandi í gjár

Sitandi forsetin í Íslandi, Guðni Th. Johannesson, her avmyndaður saman við konu sínari, vann greiðan sigur á valinum um vikuskiftið
Mynd: RUV
28.06.2020 - 10:25
Guðni Thorlacius Johannesson heldur fram sum forseti í Íslandi. Hann vann forsetavalið í gjár við stórum meiriluta. Hann fekk 92,2 prosent av atkvøðunum.
>> SÍ EISINI – Avbjóðarin ikki bestu kortini á hondini
Valluttøkan á íslendska valinum í gjár var 67 prosent. Mótvalevnið var Guðmundur Franklín Jónsson, sum er búskaparfrøðingur og hotellstjóri á Bornholm.
Søgufrøðingurin Guðni Thorlacius Johannesson varð valdur til forseta í Íslandi í 2016.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























