JFK keypt gamla Akraberg

JFK keypt gamla Akraberg
Stjórin í JFK troli vil ikki upplýsa, hvat reiðaríið hevur keypt skipið fyri
JFK Trol hevur keypt gamla Akraberg, sum nú skal eita Sjúrðarberg
Mynd: fleetmon.com  
 
30.06.2020 - 12:02

JFK Trol hevur keypt gamla trolaran, Akraberg. Umstøðurnar eru broyttar, og vit hava brúk fyri einum skipi aftrat, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Troli.

Hanus Hansen vil ikki upplýsa keypsprísin fyri útvarpinum. Skipið skal nú eita Sjúrðarberg. 

Sjúrðarberg skal fiska kongafisk í Irmingarhavinum og í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar, og tosk í Barentshavinum.

Til fiskiskap í august

Sjúrðarberg skal saman við Gadusi fiska kvotuna hjá felagnum til nýggi Gadus kemur um góð tvey ár.

Eftir ætlan fer hann til fiskiskap í august. Og 50 fólk skulu verða við skipinum og manningarlistin er um um at vera klárur. 

Skipið varð bygd á Skála Skipasmiðju í 1987. Tað æt tá Skálafjall, seinni Beinir og í nógv ár Akraberg. Skipið varð selt av landinum í 2006.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926