Útgongubann í Melbourne

bannari
Útgongubann í Melbourne
Myndugleikarnir í næststørsta býnum í Avstralia hava lýst útgongubann eftir fleiri nýggjar koronutilburðir
Ein kvinna í einum íbúðarbygningi í Melbourne, har myndugleikarnir nú hava lýst útgongubann
Mynd: AP  
 
09.07.2020 - 09:31

Í Melbourne í Avstralia er útgongubann sett í gildi í dag. Fleiri smittutilburðir eru staðfestir seinastu dagarnar. Týsdagin vóru 134 tilburðir staðfestir.

Nú er býurin avbyrgdur, og fólk kunnu bara fara út, um tey hava neyðug ella átroðkandi ørindi. Fólk kunnu fara til arbeiðis, keypa inn og renna sær ein túr, men annars vera heima.

Melbourne er í Victoria-landspartinum. Og tað ørkymlar myndugleikarnar, at nógv fólk rýmdu úr Victoria-landspartinum til New South Wales í gjár.

 >> SÍ EISINI Avstralia steingir landslut

Tað kann hava við sær, at smittan breiðir seg aftur í øllum landinum, og tá verður trupult at hava tamarhald á smittubreiðsluni, halda farsóttarserfrøðingar, sambært ABC.

Fyribils er ætlanin, at útgongubannið verður í gildi í seks vikur. Avstralia hevur annars havt gott tamarhald á koronusmittuni.

Umleið 9.000 eru staðfest smittað higartil, og 106 fólk eru deyð við koronusmittuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096