Helgi Winther Olsen vann í Suðuroy uttan Dáva

Helgi Winther Olsen vann í Suðuroy uttan Dáva
Dávur Magnussen, sum hevði vunnið allar tríggjar undanfarnu teinarnar, var ikki við í Suðuroy, og so streyk Helgi Winther Olsen avstað við sigrinum
Endaspurtur: Tað var kapping heilt til mállinjuna á triðja teini í Sandoynni
Mynd: Eyðun Jakobsen  
 
11.07.2020 - 20:11

Helgi Winther Olsen vann tryggan sigur á fjórða teininum í Volvo Kring Føroyar, sum varð súkklaður í dag.

Hann súkklaði teir 102 kilometrarnar upp á 3 tímar og 21 minuttir, og kom á mál smáar 20 minuttir áðrenn Hilmar Hansen og Jákup Petur Eliassen.

Dávur Magnussen, sum hevði vunnið tríggjar teir fyrstu teinarnar, var ikki við í Suðuroy, og kann tí ikki vinna Kring Føroyar.

Teinur 4: Suðuroy (opin bólkur):
Helgi Winther Olsen: 3.21.43
Hilmar Hansen: 3.40.38
Jákup Petur Eliassen: 3.40.39
Gunnar Dahl-Olsen: 3.50.31
Andrass Joensen: 4.09.52
Bogi Gregersen: 4.16.46

Samlað eftir fjórða tein:
Helgi Winther Olsen: 12.40.34
Jákup Petur Eliassen: 13.11.26
Hilmar Hansen: 13.17.02
Gunnar Dahl-Olsen: 13.42.53
Andrass Joensen: 13.57.51
Bogi Gregersen: 15.07.40
Dávur Magnussen: 3 teinar
Peter Jensen: 2 teinar
Casper Rosen: 2 teinar
Tórarinn Didriksen: 1 tein
Ken Bærentsen: 1 tein
Áslakkur Nesá: 1 tein

Dávur vann endaspurt á Sandoynni

Fríggjadagin varð triði teinurin súkklaður á Sandoynni.

Dávur Magnussen, Helgi Winther Olsen, Jákup Petur Eliassen og Hilmar Hansen fylgdust stóran part av vegnum, men í spurtinum megnaði Dávur Magnussen at ota seg frammum Helga Winther Olsen.

Teinur 3: Sandoy (opin bólkur):
Dávur Magnussen: 2.59.01
Helgi Winther Olsen: 2.59.03
Jákup Petur Eliassen: 2.59.53
Hilmar Hansen 3.00.16
Gunnar Dahl-Olsen: 3.07.05
Andrass Joensen: 3.08.27
Bogi Gregersen: 3.25.50 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Christian Matras (2:2) - teknmálstulkað
202105
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051