Tíggjundi hvør er langtíðarávirkaður av korona

Tíggjundi hvør er langtíðarávirkaður av korona
Fleiri gerast langtíðarsjúk eftir at hava havt korona. Tey stríðast við høvuðpínu, ørilsi, møði og andatrupulleikar
 
11.07.2020 - 12:57

Í Onglandi hava tey hildið eyga við fólkum, sum hava havt koronasmittu, og tað vísir seg, at ein út av tíggju hevur langtíðarhjáárin av korona.

Tað er ymiskt, hvørji sjúkueyðkennini eru, men t.d. høvuðpína, ørilsi, trupulleikar við andaleiðini, møði o.a. Fleiri eru óarbeiðsfør, mugu arbeiða minni, taka astmuheilivág og eru sera móð.

Bretland hevur gjørt av at hava eitt viðgerðartilboð til tey, sum stríðast við langtíðarsjúku orsakað av korona, tí tað vísir seg, at fleiri túsund eru langtíðarávirkað í Bretlandi. Tað upplýsir bretska heilsuverkið. 

Granskarar í Danmark eru farnir at kanna langtíðarhjáárini av korona, men í løtuni eru eingin viðgerð og hjálp til tey, sum eru sjúk.

Í londunum kring Føroyar eru Facebook-bólkar stovnaðir til tey, sum eru langtíðarsjúk av korona. Seinastu vikuna vóru tað til dømis 500 fólk, sum meldaðu seg upp í bólkin í Danmark. Tað skrivar TV2. 

44 ára gamla Susie Wordenskjold er ein av teimum, sum stovnaði bólkin á Facebook í Danmark. Hon sigur, at hon var frísk, áðrenn hon fekk korona fyrst í mars.

Í dag tekur hon astmuheilivág, hevur trupulleikar við andaleiðini og orkar lítið í gerandisdegnum. Hon er bangin fyri, at hon ongantíð verður frísk aftur. 

Susie Wordenskjold sigur við TV2, at fólk eru bangin og vita ikki, hvat tey skulu gera.

- Vit klára illa nokk í gjøgnum gerandisdagin, og vit hava tørv á hjálp, sigur hon. 

Danska heilsustýrið sigur, at tað finnasti eingi viðgerðartilboð enn, men tey arbeiða við tí. Tey fylgja við sjúkueyðkennum og langtíðarhjáárinum.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844