- Tíðindi, mentan og ítróttur
Írland bíðar við at lata upp

Ætlanin var at lata upp aftur 20. juli, men forsætisráðharrin í Írlandi, Michael Martin, boðaði á tíðindafundi frá, at tey útseta upplatingina til 10. august. Tað skrivar DR.
Orsøkin er, at smittutalið aftur er hægri enn 1 í Írlandi. Talið liggur millum 1,2-1,8 nú. Smittutalið sigur nakað um, hvussu nógv í miðal vera smittað, fyri hvønn persón sum fær staðfest covid-19.
Er smittutalið lægri enn 1, minkar talið av smittaðum so líðandi.
Forsætisráðharrin í Írlandi sigur, at smittutalið má koma undir 1 aftur, áðrenn tey lata meira upp í samfelagnum.
Matstovur og kaféir, sum borðreiða við mati, sluppu at lata upp síðst í juni og sleppa framhaldandi at hava opið.
Forsætisráðharrin mælir eisini til, at í mesta lagi tíggju fólk savnast, og at fólk eru í masku, tá ið tey eru til handils og annað.

























