Vandi fyri koronaútbreiðslu í Danmark

Vandi fyri koronaútbreiðslu í Danmark
Danskarar njóta summarið við tivoli, vatnlondum, frítíðardeplum o.s.fr. Og nú eru fleiri koronatilburðir staðfestir á frítíðardeplinum Seawest
 
16.07.2020 - 16:39

Alt er fult bókað í Danmark, bæði summarhús, frítíðardeplar o.s.fr., tí danskarar ferðast sum ongantíð fyrr í egnum landi. Tað skrivar TV2. 

Jydskevestkysten skrivar, at sjey fólk eru staðfest smittað við korona í frítíðardeplinum Seawest seinastu hálva aðru vikuna, og nú eru fýra tilburðir staðfestir afturat. 

Frítíðardepilin hevur sett seg í samband við 370 familjur og boðað teimum frá tilburðunum, og nú eru tey so aftur noydd at seta seg í samband við tey, sum hava verið í sambandi við tey fýra, sum nú eru vorðin staðfest sjúk. 

Hesa vikuna eru nógv fólk eisini samlað í Skagen til árligu veitsluvikuna í viku 29. Smittuserfrøðingar í Danmark eru ørkymlaðir, tí so nógv fólk eru savnað og halda veitslur alla vikuna. 

- Sannlíkindini eru fyri, at onkur er smittaður og tí kann smitta ógvuliga nógv fólk í Skagen hesa vikuna, tí virusið livir serliga væl, har nógv fólk eru saman í veitslulagi, sigur Allan Randrup Thomsen, sum er professari i virusfrøði á universitetinum í Keypmannahavn við DR.

Hann er bangin fyri, at fleiri, sum eru í Skagen hesa vikuna, taka koronasmittuna við sær heim í síni lokalsamfeløg. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214