- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bumbuhóttanir umborð á Ryanair flogfari

Eitt Ryan-air flogfar fekk bumbuhóttanir í morgun og lendi í Oslo, skrivaði norska politiið á Twitter.
Nú hevur politiið handtikið ein 51 ára gamlan mann úr Bretlandi, sum er mistonktur fyri bumbuhóttanina, skriva norskir miðlar.
Tey 142 ferðafólkini, sum vóru við flogfarinum, vórðu flutt á eina móttøkustøð á flogvøllinum í Oslo, og nógv løgreglufólk komu á staðið. Tey kanna enn flogfarið og avhoyra mannin.
Starvsfólk umborð á flogfarinum funnu ein seðil, har tað stóð, at ein trygdarhóttan var umborð. Flogskiparin boðaði flogvøllinum í Oslo frá og lendi har, so skjótt, sum til bar.
Tað hevur verið ein ógvuslig hending fyri ferðafólkini, sum annars hava tað fínt, og fólk vóru um tey á móttøkustøðini fyri at ugga tey.
Ferðafólkini vórðu flutt í eitt annað flogfar.


























