Færri smittað eftir dagar við met nógvum tilburðum

bannari
Færri smittað eftir dagar við met nógvum tilburðum
Nýggjastu smittutølini í USA eru 17.000 minni enn fríggjadagin, tá meira enn 77.000 fólk fingu staðfest koronu
Umleið ein fjórðingur av øllum koronutilburðunum í heiminum eru skrásettir í USA
Mynd: AP  
 
19.07.2020 - 15:24

Eftir trý samdøgur við met stórum smittutølum í USA, er talið minkað teir seinastu 24 tímarnar.

Tilsamans hava 60.207 fólk í landinum fingið staðfest COVID-19 seinasta samdøgrið.

Tað vísa nýggj tøl hjá Johns Hopkins University, sum eru kunngjørd, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Vaksið støðugt síðani mai

Nýggjastu smittutølini úr USA vísa, at 17.000 fólk færri fingu staðfest koronu leygardagin enn tað gjørdu fríggjadagin.

Mikudagin fingu fleiri enn 67.000 fólk í USA staðfest COVID-19, og hósdagin var tað talið oman fyri 68.000.

Talið av smittaðum í USA er vaksið støðugt síðani mai, tá tey ymisku stakríkini so smátt lótu upp aftur fyri at fáa ferð á aftur búskapin.

Ein fjórðingur av øllum smittaðum

Í stakríkjunum, Arizona og Texas, eru so nógv fólk deyð, at heilsumyndugleikarnir mugu goyma lík í kølibilum, tí líkhúsini eru full.

Tilsamans 3,7 milliónir fólk í USA hava fingið staðfest COVID-19, og næstan 140.000 fólk í landinum eru deyð av smittuni, vísa nýggj tøl hjá Johns Hopkins University.

Umleið ein fjórðingur av øllum smittutilburðum í heiminum eru nú skrásettir í USA. Brasil, India og Suðurafrika eru eisini hart rakt í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666