Munnbind kanska kravt í Danmark

bannari
Munnbind kanska kravt í Danmark
Kravt verður, at fólk skulu brúka munnbind, tá tey eru úti á almennum støðum í Danmark í heyst, vænta serfrøðingar
Fólk í Danmark skulu kanska venja seg við, at tey skulu brúka munnbind, heldur serfrøðingur
 
20.07.2020 - 07:58

Alsamt fleiri lond seta nú sum krav, at fólk skulu brúka munnbind, tá tey eru úti, og Danmark kann gerast næsta staðið, har hetta verður kravt. Hendir tað, eru sannlíkindini fyri, at tað eisini hendir í Føroyum, rættiliga stór.

Seinastu tíðina hava fleiri statir í USA og avstralski stórbýurin, Melbourne, sett í gildi krav um, at fólk skulu brúka munnbindið, tá tey fara heimanífrá. Í Fraklandi og Stórabretlandi verða líknandi tiltøk eisini sett í gildi í næstu viku.

Kravið um at brúka munnbind er enn ikki komið til Danmarkar, men tað kann tað í heyst, heldur í øllum førum Jens Lundgren, sum er professari í infektiónssjúkum á Ríkissjúkrahúsinum.

Smittutrýstið lágt í Danmark beint nú

– Tá smittubreiðslan aftur fer at økjast í Danmark, vænti eg, at vit fara at síggja viðmæli um, at fólk skulu brúka munnbind í Danmark, sigur Jens Lundgren, professari, við DR.

Tá danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, luttók í ES-toppfundinum í Brússel um vikuskiftið, brúktu allir stjórnarleiðararnir munnbind.

Beint nú er smittutrýsið í Danmark lágt, men næsta bylgjan av koronusmittuni kann koma í heyst. Um miðjan mars høvdu einans 10 lond sett í gildi krav um, at fólk skulu brúka munnbind. Nú er talið 130.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096