Vápnaður maður tikið 20 gíslar

Vápnaður maður tikið 20 gíslar
Maðurin, sum hevur tikið fólk til gíslar í Ukraina, sigur seg hava spreingievni uppi á sær
Gøturnar nærhendis, her ein vápnaður maður hevur tikið gíslar í ukrainska býnum, Lutsk, eru stongdar
Mynd: AP  
 
21.07.2020 - 11:47

Ein maður hevur tikið 20 fólk til gíslar í einum bussi í býnum Lutsk í Ukraina. Tað siga mynduleikar á staðnum sambært tíðindastovunum, AFP og Reuters.

Maðurin sigur, at hann hevur spreingievni og vápn uppi á sær, sigur løgreglan. Í løtuni er óvist, hvørji krøv maðurin hevur. Løgreglan hevur avbyrgt miðbýin.

Skot eru hoyrd, men eingin fráboðan er um, at nakar hevur fingið skaða, siga myndugleikarnir sambært AFP.

Skot sigast verða hoyrd

Forsetin í Ukraina, Volodomir Zelenskij, skrivar á Facebook, at skot hava verðið at hoyrt, og at bussurin hevur fingið skaða. 

Vit gera alt fyri at loysa støðuna, uttan at nakar fær skaða, sigur forsetin sambært tíðindastovuni hjá Reuters.

Maðurin, sum er eyðmerktur, skal sum skilst hava víst sína ónøgd við politisku skipanina í Ukraina á sosialum miðlum. Tað sigur løgreglan sambært tíðindastovunum, NTB og TT. 

Myndir á sosialu miðlunum eru av einum lítlum bussi, sum er parkeraður mitt á eini tómari gøtu. Tvey vindeygu eru brotin, og gardinur eru fyri onnur vindeygu, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483