Kina: Vitjan hjá USA í Teivan er ein hóttan

Kina: Vitjan hjá USA í Teivan er ein hóttan
Kina finst hvassliga at USA, tí fyrsta dagin fer amerikanski heilsumálaráðharrin, Alex Azar, á almenna vitjan í Teivan
Amerikanski ráðharrin í heilsumálum, Alex Azar, skal millum annað hitta foretan í Taivan á almennari vitjan
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
06.08.2020 - 06:28

Alex Azar stendur á odda fyri einari amerikanskari sendinevnd, upplýsir heilsumálaráðið i Washington. Kina sigur, at vitjanin hóttir friðin og støðufestið í økinum.

 Teivan er ein fyrimynd, tá ið ræður um gjøgnumskygni og samarbeiði á heilsuøkinum, bæði fyri og eftir COVID-19, sigur amerikanski heilsumálaráðharrin.

Hetta er fyrstu ferð í 40 ár, at eitt umboð fyri USA, á so høgum stigi, vitjar Teivan. Alex Azar fer millum annað at hitta forsetan í Teivan, Tasi Ingwen.

Mótmæla amerikansku vitjanini

Kina krevur at fáa valdið á Teivan, sum hevur virkað sum sjálvstøðugt land síðani 1949. Kinesiska uttanríkisráðið mótmælir amerikansku vitjanini.

 Vit heita inniliga á USA um at halda seg til um meginregluna um eitt Kina. Annars kann tað vera eitt tekin til teirra, sum vilja loysa Teivan frá Kina, sigur ein talsmaður fyri kinesiska uttanríkisráðið.

Amerikanski heilsumálaráðharrin vitjar Teivan samstundis sum viðurskiftini millum USA og Kina eru sera spent. Síðani Donald Trump gjørdist forseti USA, hevur handilskríggj verið millum USA og Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444