Allir spælarar í bestu deildini kannast

bannari
Allir spælarar í bestu deildini kannast
Fótbóltssambandið hevur givið boð um, at allir spælararnir nú skulu kannast fyri koronu
Fótbóltsspælarar í Betri Deildini skulu nú allir kannast fyri koronu, sigur Fótbóltssambandið
 
10.08.2020 - 08:41

Allir spælararnir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum skulu nú kannast. Tað skrivar heimasíðan bolt.fo.

Heimasíðan hevur fingið at vita frá fleiri feløgum, at boð eru komin frá Fótbóltssambandi Føroya um, at allir hóparnir skulu kannast fyri koronu.

Hetta skal gerast áðrenn komandi dyst. Fyrstu liðini sum spæla eru KÍ og ÍF, ið spæla týskvøldið. Hóparnir hjá báðum feløgunum skulu til kanning í síðsta lagi mánadagin.

Fyri at dystur skal verða útsettur í Betri Deildini, skulu minst tríggir leikarar frá sama hópi hava koronu ella vera í sóttarhaldi, stendur í leiðbeining hjá FSF fyrr í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV